Paul Ince, sum í síni tíð var liðfelagi við Mark Hughes í Manchester United, er maðurin, sum avloysa sama Hughes sum venjara í enska Blackburn. Ince, sum nú er 40 ár, vandi seinasta kappingarár MK Dons, og her hevur verið latið væl at avrikum hansara. Og ikki minst man tað telja rætta vegin fyri Blackburn, at talan er um ein fyrrverandi toppspælara, sum hevur eitt stórt navn, og sum í síni tíð sum spælari ikki var bangin fyri at siga, hvat skápið skuldi standa.