Impulsgávurnar eru tær dýrastu

Hav reiðan pening við tær, tá tú fert út at keypa jólagávur, og ger teir greitt, hvussu nógv tú vilt nýta til hvørja gávu, sigur kundaráðgevi hjá BandNordik.

Jólini eru í hondum og meðan tað fyri tey allar flestu eru ein hugnalig høgtíð, so kunnu jólini eisini gerast dýr hjá mongum.

 

Fleiri eru tey, sum vakna mest sum við kaldan dreym á nýggárinum og skilja, at januar kann gerast heldur svangligur.

 

IN.fo hevur tosað við ein kundaráðgeva hjá BankNordik um, hvussu ein kann bjarga sær sjálvum frá slíkum óføri.

 

Lena Dam, kundaráðgevi, sigur, at meðan hetta er ein trupulleiki, sum bankin kennir til, so heldur hon, at fólk eru vorðin nógv raskari at ansa sær fyri hesum trupulleikanum seinastu árini.

- Tað sær út til, at fólk eru meiri umhugsin nú, og vit síggja eisini, at fleiri spara pengar til jólagávu- og jólainnkeypið, sigur hon.

 

Hon sigur, at meginreglan er tann sama, sum hon altíð hevur verið, tá tú fert út at keypa.

- Ikki brúka meira, enn tú hevur. Tíbetur sær út til, at fólk nú duga betur at stýra nýtsluni og kortinum, sigur hon.

 

Fleiri handlar bjóða kundunum nýtslulán av ymiskum slag. Keyp nú og rinda um tríggjar mánaðir ella fáa eitt nýtslulán og rinda eitt mánaðarligt gjald komandi 12 ella 24 mánaðirnar, lokka lýsingarnar við. Lena Dam sigur, at tú gert klókast í at lata vera.

- Ikki taka nýtslulán frá handlunum, men far heldur og tosa við tín ráðgeva í bankanum. Tað er so lætt at taka nýtslulán, og vandin er tá, at tú brádliga stendur eftir við fleiri slíkum smáum, men lutfalsliga dýrum lánum. Betri er at samla alt á einum stað, sigur hon.

 

Lena Dam hevur onkur góð ráð til teirra, sum fara at keypa jólagávur.

- Hav reiðan pening við tær, tá tú fert til handils. So kanst tú ikki brúka meiri enn tú hevur. Eitt annað ráð er at fáa sær eitt debitkort, har tað ikki ber til at trekkja kontuna yvir. Alsamt fleiri fólk hava tikið hetta slag av gjaldskorti til sín tey seinnu árini og gleðast um, at tað ikki ber til at brúka meiri, enn tey eiga á kontuni, sigur hon.

 

- Lat eisini vera við at renna út at keypa gávur í síðstu løtu. Tá fellur tú til impulskeyp, sum ofta gerast ov dýr. Ger tær heldur ein innkeypslista, set tal á, hvussu nógv hvør gáva skal kosta, og halt teg til tað, sigur Lena Dam. Hon mælir eisini til, at tú alt árið hevur eyguni eftir møguligum gávum.

- So kanst tú gera tær dælt av góðum tilboðum gjøgnum árið, samstundis sum trýstið á kontuna í november og desember ikki verður so stórt, sigur hon.

 

Skuldi tú kortini komið í ta støðu, at øll tølini á kontuni eru reyð í januar, so er eitt at gera.

- Vend tær til kundaráðgevan beinanvegin, ikki útset tað. So kunnu tit bæði gera eina avtalu um, hvussu tú kanst bjarga støðuni, sigur hon.