Muður mælir tað sum hjartað er fult av. Hevur ein í politiska sambandsvirki sínum deponerað kropp og høvd upp í føvninginum á einum fyrrverandi reyðgardisti í Unga Tjóðveldinum (ph), tá kann tað henda, at hesin í ábygdarloysi og ovfarakæti gerst so ovurhugaður í egnum mýtumaniskum universi, at eldri dreingjalótir, óumhugsað jargon og tannára villfárilsir fáa hann at leypa framav í eini veikari nostalgiskari løtu.
Tað er ongin nýggjheit, at fremsta uppgávan hjá Edmundi Joensen leingi hevur verið, at gera ultimativa karaktermorðið á tjóðveldishugsanina og í seinastuni hevur Høgni Hoydal rættiliga staðið fyri skotum. Fremsti verjin hjá donsku maktini í Føroyum spyr so retoriskt og malplaserað í grein: Danin er fanin, ikki so? Hetta man vera tað sum hjartað er fult av hjá spunasmiðinum, ella rættari var, hetta líkist ikki Edmundi, og eg havi satt at siga ongantíð hoyrt ein tjóðveldismann taka hasi orðini í sín munn. Aftur ein mýta av mongum, sum tær mest primitivu sambandskreftirnar hava sett í umfar í serliga heimastýrisuniversi okkara. Politiska siðloysið sett í system, sum ein klókur høvundur tók til á sinni.
Greinin hjá Edmundi er annars ein verjurøðu fyri postkoloniala sáttmálan, sum Mentamálaráðið í 2007, undir politiska ræði Jógvans á Lakjuni, gjørdi við danskar kenslumyndugleikar um útbúgvingarsamstarv. Helena Dam á Neystabø praktiserar nú sáttmálan út á ytstu egg, og øll tey, sum hava fingið høvið til at lesa sáttmálan, kunnu bara staðfesta, at hann bumbar mentanar- og málstríð føroyinga afturum tiltikna Jólafundin í tinghúsinum, - fyri meira enn stórthundrað árum síðani.
Ongin politisk megi er sterkari enn tjóðveldishugsjónin. Tey, sum manna brodd fylkingar hennara, hava skyldu til at verja og menna tjóðskaparmálið í øllum lutum, at leggja egin áhugamál til viks, fyri at aksla skinn síni við kollektiva samleikan og grundarlagið undir tjóðini, undir donskum heimastýri ídag og í republikkini, táið hon kemur. Teir, sum viljaleysir hava lagt seg í favn danska valdsins í Føroyum, skulu ikki ivast í, at vit fara at nýta hvørt høvi og hvønn pall, eisini á Danatingi, til at loysa okkum úr aftur teimum høftum í sáttmálanum, sum Lakjumaðurin av órannsakiligum orsøkum hevur leinkjað føroyingin í. Er hetta tilvitað gjørt, kann tað endaliga staðfestast, at radikalu stjálvstýrararnir eru vorðnir eitt tjóðskaparpolitiskt paradoks og ein søgulig parantes, sum ikki longur kann takast fyri fult.
Imperialismunnar skutilssveinar verða í tíð og ótíð beittir út á hermótið í hesum døgum. Fyri 5 vikum síðani legði ein §25 nevnd uppskot fram um nýggja føroyska stýrisskipanarlóg (grundlóg). Nevndin var samd – hóast teir báðir sambandsmenninir, Helgi Abrahamsen og Jaspur Vang (danskir apologetar av rang annars), hava verið partar av virki hennara frá byrjan. Í hesi grundlóg verður staðfest, at: “Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð og alt vald í landinum er hjá Føroya fólki.” Táið ein, sum hevur verið partur av tjóðskaparstríðnum frá fyrstu fatan, varnaðist fullu og heilu semjuna í nevndini um hesa orðing, kendist hon sum ein opinbering, og fyrsta niðurstøðan var, at eitt rættiligt politiskt paradigmuskifti var viðurfarist íhaldna sambandinum á gamalsarldrinum.
Løgtingsskrivstovan mótmælti hesum raidinum ímóti donsku grundlógini og ditto heimastýrislógini, sum í einum og sama viðbragdi vóru desavoueraðar av einum felags fronti í Føroyum. Skrivstovunnar atvold var tingskipanin, sum forðar føroyskum parlamentarikarum, í heimsins elsta tingi, at viðgera mál, sum stríða ímóti fremmandum valdi í Føroyum. Hetta hevur tingið av egnum ávum smoygt niður um sínar politisku herðar fyri mongum árum síðani, og enn hevur tað ikki eydnast okkum at gera neyðugu broytingina, m.a. takka verið Fólkaflokkinum, sum atkvøddi ímóti neyðugu broytingini fyri fáum døgum síðani.
Skal ikki liggja omaná, at eg var ikki sørt órógvaður av støðuni. Onkur mundi vera farin av leið í málinum, annaðhvørt Sambandið ella Tjóðveldi. So frætt helt eg meg kenna politiska kynið í báðum høpum, og ongar almennar fráboðanir vóru komnar um, at Sambandið hevði slept megindrift síni, at verja donsk áhugamál í Føroyum, at eitthvørt politiskt skammlop mátti vera farið ígjøgnum høvdið á teimum báðum Helga og Jaspuri. Teir vardu tó semjuna undir fyrstu viðgerð. Sunnudagin kom tó fyrsta fráboðanin um, at danir og føroyskir samríkjamenn longu eru farnir í hernað ímóti stýrisskipanaruppskotinum, sum nú liggur í eini víðkaðari rættarnevnd. Útvarpið vitsti at siga:
”Í einum notati frá Ríkisumboðnum til forsætismálaráðið, dagfest 11. mars, fimm dagar eftir at uppskotið varð lagt fyri tingið sæst, at fleiri føroyskir politikarar óformliga hava vent sær til Ríkisumboðið fyri at hoyra um donsku støðuna til uppskotið, sum teir óttast er í stríð við bæði grundlógina og heimastýrislógina. Ríkisumboðsmaðurin sigur í notatinum, at tað er hansara uppfatan, at hesir politikarar skjótast gjørligt ynskja eitt danskt svar uppá, um trupulleikar eru til staðar í uppskotinum, áðrenn teir velja alment at koma fram við sínum atfinningum. Somu politikarar vóru óttafullir um gongdina higartil í málinum, har ein nevnd einsamøll hevði arbeitt og ikki roynt samstarv og hoyrt aðrar viðkomandi partar.”
Lagt varð afturat, at danir fylgja væl við málinum, og at teir kanna málið nærri. M.a. hevur forsætismálaráðið kravt av danska løgmálaráðnum, at teir gera eina meting um stýrisskipanarligu aspektini í uppskotinum.
Við hesum hevur ambassadørurin hjá fremmanda valdinum í Føroyum, Ríkisumboðsmaðurin, avdúkað, at bebbaræddir føroyskir politikarar trýstroyna hurðar hansara, fyri at vita, hvussu teir sum frægast skulu verja donsku áhugamálini í Føroyum. Í einum landi, sum framvegis er hjáland, lagt undir fremmant vald, er hetta ein hazarderaður framferðarháttur. Í Føroyum stendur stríðið um danskt ella føroyskt vald. Aðrar staðir høvdu slíkir ørindasveinar fyri fremmant vald, sum hesir, ið hava gingið Dan M. Knudsen niður, síðani stýrisskipanaruppskotið varð lagt fyri nationala tingið, verið róptir landasvíkjarar. Gitast kann bara um revsingina teir høvdu fingið.
Munnu teir báðir, Edmund Joensen og spunasmiður hansara, vita, hvørjir teir føroysku politikararnir eru, sum: ”hava vent sær til Ríkisumboðið fyri at hoyra um donsku støðuna til uppskotið, sum teir óttast er í stríð við bæði grundlógina og heimastýrislógina.” og hvørjir hesir politikarar eru, ið: ”skjótast gjørligt ynskja eitt danskt svar uppá, um trupulleikar eru til staðar í uppskotinum, áðrenn teir velja alment at koma fram við sínum atfinningum.”
Ríkisumboðsmaðurin hevur avdúkað, at nakrir imperialistiskir skutilssveinar sita á Føroya løgtingi. Kanska í landsstýrinum við. Ein so íðin greinaskrivari sum Edmund Joensen eigur, um enn m.p.p. at siga okkum, um hann møguliga er ein av teimum, sum hevur svikið føroysku tjóðina, soleiðis sum lagt verður upp til, at onkur hevur gjørt, sambært notatinum hjá umboði danska valdsins í Føroyum.
Roykurin frá illgrunanum um fosturlandssvik stendur p.t. ramur út ígjøgnum rimarnar á samríkjahjallinum.