Impartial við staklagi: Ein nyggjur kapittul

Nyggja staklagdið hevur heitið ''We Are''.

Jákup Ólavsson, oddamaðurin hjá Impartial, greiðir soleiðis frá nýggja lagnum.

 

– Hetta er ein nyggjur kapittul hjá bólkinum, har vit skifta ham, tó eru í sama skugga.

 

– Lagið er tungt, men eisini melodiskt. Teksturin er persónligur og fullur við gátum, sigur hann.

 

Perman er eitt nýtt snið í mun til tað gamla, sum var meir nýmótans.

 

– Tann nýggja perman er ein partur av einum ''tema'', ið kemur at vera afturvendandi í framtíðar útgávum, sigur Jákup Ólavsson.

 

Lagið "We Are" varð upptikið 2. august í fjør og varð útgivið 2. august í ár.

 

Eitt ár gekk áðrenn sangurin kom út, og síðan tá hevur bólkurin eisini fingið nýggjar limir.

 

Jógvan Johannessen á trummum og Bárður Eydbrittarson á rýtmu-guitara.

 

Hoyr lagið her:

 

##med2##

 

Meira um lagið

 

Lagið er upptikið hjá Kris-Stuff v. Kristoffer Mørkøre.

 

Mix + Master: Jacob Hansen

 

Lag: Bjørn Askham

 

Tekst: Jákup Ólavsson

 

Í studio:

 

Sang: Jákup Ólavsson

 

Guitar: Bjørn Askham

 

Bass: Oddmar Hermansen

 

Trummur: Benjamin Hansen

 

Kór: Jákup Ólavsson, Oddmar Hermansen