Við brutalum og bergtakandi framførslum hava Impartial sligið sítt navn fast á toppinum innan føroyskan tungmálm. Hetta er kanska ikki breaking news hjá føroyingum, men enn manglar umheimurin at fáa eygu og oyru upp fyri Impartial.
Og tí fara teir á Wacken – heimsins størsta tungmálms festival – at umboða Føroyar. Ja, mann kann siga, at Impartial er føroyska metal landsliðið. Men áðrenn teir fara til Týsklands at blása Wacken um koll, so leggja teir leiðina framvið Perluni.
Endamálið við konsertini er at savna pening, so rokkararnir fáa dekkað sínar útreiðslur í samband við Wacken. Og teir verða ikki einsamallir. Nulsen bulsen tú. Teir hava nemliga fingið tvey glóðheit fólkamagnet afturat sær: RSP og Marius DC.
Heilt stutt, so er hetta uppskriftin upp á eitt ógloymandi kvøld. Ja, hetta er faktiskt ein no brainer. So kom oman í Perluna og uppliv trý av teimum absolutt heitastu nøvnunum í Føroyum, siga sigtakararnir.
Tiltakið verður íPerluni í Tórsgøtu í Havn í annaðkvøld klokkan 22:00.