Altjóða Gjaldoyragrunnurin (IMF) sigur í nýggjari meting, at inflatiónin í heiminum fer at minka næstu tvey árini, men vøksturin í búskapinum verður í minna lagi.
190 lond er við í IMF, og endamálið er at skunda undir altjóða búskaparsamstarv og tryggja fíggjarligt støðufesti.
IMF roknar við, at vøksturin í heimsbúskapinum í 2024 verður 3,2 prosent, og í 2025 verður hann 3,3 prosent.
Hinvegin verður roknað við, at inflatiónin fer at minka úr 4,6 prosentum í fjør til 2,7 prosent í ár og 2,1 í 2025.
Tey ymsu økini í heiminum hava ymisk útlit. Vøksturin í USA verður framhaldandi rímiliga stórur, meðan Europa ikki kann rokna við eins stórum vøkstri. Í fleiri londum í eystri – eitt nú í Kina og India – verður vøksturin í búskapinum stórur næstu árini.