IMF væntar alheims vøkstur upp á 5,5 prosent í ár

Framskrivingin er fyrst av øllum bygd á eina vón um, at koppingarevni fara at fáa tamarhald á farsóttini

Alheimsvøksturin verður av koppsetingarvónunum mettur at hækka við 5,5 prosentum í 2021, sigur algtjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, í eini framskriving í dag.

Framskrivingin er fyrst og fremst grundað á vónir um, at koppingarevni fer at fáa tamarhald á koronufarsóttini og loyva okkum at fáa vanliga gerandisdagin afturt.

IMF er ein felagsskapurin, sum hevur 190 limalond, og sum arbeiðir fyri øktum gjaldoyrasamstarvi, fíggjarligum støðufesti, búskaparligum vøkstri og stríðist ímoti fátækadømi. Gjaldoyragrunnurin hevur høvuðssæti í Washington í USA.

Sambært Allani Sørensen, sum er leiðandi búskaparfrøðingur í Dansk Industri, er IMF bjartskygt í sínum metingum.

– 2021 byrjar veikt. Tað eru enn fleiri avmarkingar fyri at byrgja fyri høgum smittutølum og nýggjum koronubrigdum, og tað hevur havt ringa ávirkan á búskapin fyrstu hálvu av 2021, sigur Allan Søresen í eini skriftligari viðmerking og hann heldur fram:

– Vit vóna upp á eitt búskaparligt comeback seinni í ár. Koppingarevnini eru undir úrtbreiðslu og tað hevur størstan týdning fyri at endurreisa búskapin. Síðsta summar sóu vit ein ávísan vøkstur í búskapinum, tá strongu avmarkingarnar vórðu likaðar.

IMF væntar framgongd í øllum heiminum. Vøksturin verður størstur í Kina og India.

– Evropisk búskspurin hevur verið hart raktur, og nógv lond klára ikki at vinna tað tapta innaftur fyrr enn í 2022. Ringast gongur tað út yvir Italia, sum má bíða til 2023 fyri at røkka sama støði sum fyri koronu, heldur Allan Søresen.

/ritzau/