Løgreglan í New York hevur tikið stjóran í Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF, fransmannin Dominique Strauss-Kahn, og skuldsett hann fyri kynsligan ágang. Løgreglan sigur, at Kahn varð tikin á John F. Kennedy-flogvøllinum, haðani hann ætlaði sær við einum flogfari til París, og løgreglan er ikki í iva um, at hann royndi at flýggja.
Sambært løgregluni hevur ein 32 ára gomul kvinna meldað Dominique Strauss-Kahn fyri kynsligan ágang ímóti sær. Hann vísir skuldsetingini aftur. Kvinnan arbeiðir á hotellinum, sum IMF-stjórin búði á.
Løgreglan sigur, at kvinnan hevur fingið viðgerð fyri minni snuddir. Onkrir fjølmiðlar skriva, at IMF-stjórin rann nakin aftan á kvinnuni, tá hon flýddi.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Dominique Strauss-Kahn verður settur í samband við kynsligan ágang. Tað sama hendi í 2008. Ta ferðina bað hann um umbering.
Roknað varð við, at Dominique Strauss-Kahn, sum er giftur fronsku tíðindakvinnuni Anne Sinclair, skuldi stilla upp fyri sosialistarnar á franska forsetavalinum næsta ár, og at hann hevði góðan møguleika at vinna valið.