Nevndin í Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF hevur á fundi í dag samtykt at læna Grikkalandi 30 milliardir evrur ella 223 milliardir krónur. Lánið úrt grunninum er partur av teimum 110 milliardum evrunum, sum eru í hjálparpakkanum, sum evrulondini og IMF hava samtykt at læna Grikkalandi fyri at fáa landsins búskap aftur á føtur.
Tann 19. mai skal grikska stjórnin endurfíggja lán fyri níggju milliardir evrur
Men tað er ikki ókeypis hjá grikkum at læna pengarnar frá IMF, tí grunnurin hevur lagt harðar treytir við um sparingar og eftirlit við búskapinum.