IMF lænir kreppupengar í Norðurlondum

Danmark, Noreg og Svøríki hava givið tilsøgn um at leggja 26 milliardir dollarar ella 147 milliardir krónur í tann serliga kreppugrunnin hjá Altjóða Gjaldoyragrunninum. Tann danski parturin er sjey milliardir, Noreg letur 9,3 milliardir og Svøríki minst 10 milliardir dollarar. Talan er um lán.

Stjórin í IMF, Christine Lagarde (myndin), er sera fegin um stuðulin úr Norðurlondum, skrivar franska tíðindastovan AFP.

Fíggjarmálaráðharrarnir í G20-londunum hittast í vikuni í Washington at tosa um ætlanina at lata IMF meiri pening, sum millum annað skal brúkast til at standa ímóti skuldarkreppuni í evrulondunum.

Japanska stjórnin kunngjørdi í dag, at Japan fer at læna IMF 60 milliardir dollarar ella 343 milliardir krónur.