Ísland fær nú eina tiltrongda peningainnspræning á seks milliardir dollarar, ella 33 milliardir danskar krónur, sum vónandi kunnu tryggja landinum eitt ávist støðufesti Sambært bretska blaðnum, Financial Times, hevur Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF, tikið stig til eina umfatandi bjargingarætlan, nú bankakreppan er um at taka beinini undan brøðratjóðini fyri norðan.
Eftir ætlan skal IMF sjálvt rinda eina milliard í stuðuli, meðan miðbankarnir í norðurlondum og í Japan seta seg fyri restina.
Tað er framvegis ógreitt, um Russland luttekur í bjargingarætlanini. Samráðingar millum Ísland og Russland um at læna fýra milliardir dollarar endaðu úrslitaleysar í síðstu viku.
Ísland hevur bráðfeingis tørv á valuta, og íslendski fíggjarmálaráðharrin var í sambandi við IMF í síðstu viku. Kortini hevur landið ikki formliga søkt IMF um stuðul enn ? ætlanin var at senda eina almenna umsókn í morgin, týsdag.
IMF setir Íslandi ávísar treytir, skal grunnurin hjálpa landinum á føtir aftur. Eitt nú innlit í íslendska fíggjarheimin, umframt, at bankaskipanin verður endurskoðað, so hon lýkur altjóða normar. IMF vónar, at lív kemur í aftur íslendsku krónuni fyrsta dagin.
Tær seks milliardirnar svara til áleið 100.000 dk. krónur til hvønn íslending.









