IMF: Endi sæst á fíggjarkreppuni

Altjóða valutagrunnurin IMF sigur, at versta fíggjarkreppan er av. Versti parturin av kreppuni í fíggjarheiminum er av, hóast tann breiði búskapurin framvegis verður ávirkaður av kreppuni teir komandi mánaðirnar, sigur leiðarin í IMF, Dominique Strauss-Kahn, sambært Ritzau.

- Góðar orsøkir eru til at halda, at størsti parturin av avdúkingunum í búskaparligu stovnunum eru gjørdar, serliga í USA. So tað ringasta er farið aftur um bak, sigur hann í eini frásøgn úr ES-tinginum.

Hann leggur tó dent á, at kreppan ikki er at enda komin enn.

- Størsti trupulleikin er sambondini millum fíggjarligu kreppuna og veruligu fíggjarstøðuna. Hetta er ikki av enn, sigur Dominique Strauss-Kahn, og sær fyri sær, at kreppan fer at merkjast í nakrar ársfjórðingar aftrat.

Altjóða fíggjarkreppan byrjaði við kreppuni í amerikanska bústaðarmarknaðinum og teim sonevndu subprim-lánunum, sum hava skakað virðisbrævamarknaðirnar og hava ført til milliardatap fyri fleiri stórar bankar.