FM fyri einstaklingar í talvi byrjaði leygardagin í Læraraskúlahøllini. Kappingin er øðrvísi skipað í ár, enn undanfarin ár. Sum nakað nýtt eru seks útlendskir telvarar bodnir við til kappingina í ár.
Eitt av endamálaunum við at hava útlendingar við í kappingini, er at økja um møguleikarnar hjá føroyingunum at tryggja sær ein IM-norm.
Eftir fýra umfør eru telvað av kappingini, sær tað heldur dapurt út, hvat IM-normi viðvíkur. Vanliga verður mett, at fyri at tryggja sær IM-norm, er kravið at fáa um tveir triðingar av møguligu stigunum í kappingini.
Hóast kappingin ikki er meir enn hálvrunnin, so bendir nógv á, at føroyingarnir fara gerast ov stuttir. Føroysku telvararnir hava mist nógv í fýra teimum fyrstu umførunum, og tí verður tað torført at røkka tí málinum.
Ikki hevur hilnast væl ímóti teimum útlendsku telvararunum, og júst talvini ímóti teimum eru avgerandi fyri IM-normarnar, so henda gongd skal vendast.
Í løtuni liggja teir báðir hægst styrkismettu, John Shaw og Kim Pilgaard, á odda í kappingini við trimum stigum. Fremstu føroyingarnar eru Heini Olsen og føroyameistarin í fjør, Hans Kristian Simonsen, sum báðir hava hálvtriðja stig.
Styttri umhugsunartíð
Talvsamband Føroya hevur valt til FM-kappingina í ár at broyta umhugsunartíðina hjá telvarunum. Altjóða talvsambandið hevur ásett nýggjar reglur, og tær hevur Talvsamband Føroya tikið til sín.
Telvarar hava styttri tíð at umráða seg í, og tað havt við sær skjótari telving. Vanliga hava talvini ligið á 6-7 tímum, meðan til FM-kappingina hava talvini verið um 3-4 tímar.