Talv
Superlativini verða oyst oman yvir unga havnarmannin, Helga Dam Ziska. 15 ára gamli telvarin, sum enn gongur í 9. flokki í Kommunuskúlanum, hevur staðið fleiri av veruligu tungvektarunum í altjóða talvheiminum kurl, og longu nú hevur hetta givið úrslit í næsta IM-norminum.
At hann so samstundis hevur verið seingjarbundin við upp ímóti 40 hitastigum á fepurpinninum, ger ikki avrikið minni áhugavert.
Vann við snartalvi
Soleiðis var tað í gjár akkurát so, at hann megnaði at vinna sær vegin fram til talvborðið. Klokkan við talvborðið var longu sett ígongd, tá Helgi - nakað nógv seinkaður - at enda hevði tikið støðu um, at hann vildi royna at telva. At sita í fleiri tímar yvir borðinum, var ikki hugsingur um, og tí gjørdi hann upp við seg sjálvan, at hetta bara mátti fáast frá hondini. Tað tók heldur ikki meira enn 20 minuttir, áðrenn talvið var greitt, og enn einaferð hevði Helgi gjørt bart. Eftir 20 leikum var Enski Lorin D'Costa koppaður.
Og við hálvum fimta stigi av átta møguligum, er Helgi á 30. plássinum í sterku kappingini, nú bara eitt talv er eftir. Í hesum møtir Helgi íslendska IM Stefan Kristjansson, sum hevur eitt rating-tal á 2476. Sjálvur hevði Helgi undan hesi kappingini 2286 í rating, men undan seinasta umfarinum er hetta økt við 26 stigum, umframt at hann hevur eitt perfomance-rating á 2532, sum er imponerandi høgt. Somikið høgt, at tað er ikki langt frá fyrsta føroyska GM-norminum nakrantíð!
Fer altíð eftir stigi
Tá vit týsmorgunin fingu fatur á Helga, tóktist ungi telvarin at vera komin nakað fyri seg aftur. Krímið var ikki heilt so ógvusligt longur, og hann tóktist veruliga gleða seg til at fara í holt við seinasta talvið.
Hóast nógv hóvasták hevur verið gjørt her í Føroyum, so tykist Helgi sjálvur tó at hava bæði beinini væl og virðiliga plantað á jørðini.
Undan kappingini hevði eg sett mær sum mál, at eg skuldi vinna ein IM-norm afturat, og tað er so tað, sum eg havi hildið fokus á alla tíðina. Og eg eri sera fegin um, at hetta nú hevur eydnast, staðfestir hann.
Men hevði tú droymt um, at úrslitini skuldu vera av slíkum slag, at tey nærum skuldu røkka til GM-norm eisini?
Nei, als ikki. Men tað er so ikki nakað, sum eg hugsi serliga nógv um. Eg hava helst bara havt mariginalarnar við mær hesaferð, og so havi eg bara tikið eitt talv í senn, heldur hann.
Og hann leggur afturat, at tað ikki býr nøkur serstøk ella óvanlig fyrireiking aftan fyri úrslitini.
Tað er jú ikki so, at tú kanst fyrireika teg til, hvussu tú skalt fella ein telvara við GM-normi. At teir eru somikið sterkir, er jú júst tí, at teir eru sterkir innan allar partar av spælinum, so tað er ikki so nógv, sum tú kanst gera í so máta. Eg royni sjálvandi at fáa stig, hvørja ferð eg fari at borðinum, og hesa ferð hevur tað so eydnast rættiliga væl. Eisini mótstøðan hevur verið serstakliga sterk, sigur hann.
Ein kapping í senn
Tað er ikki bara í Føroyum, at tosið um unga telvaran hevur verið stórt. Mongu sterku telvararnir í kappingini hava eisini havt hug at róst Helga, sum tó á ongan hátt tykist hava tikið sær hetta nærri, enn gott er.
Stjørnunykkur tykjast í øllum føurm vera langt burturi, og enn eru tankarnir als ikki farnir út um tað, sum gongur fyri seg í kappingini í íslendska høvuðsstaðnum. Eisini tá spurt verður, hvørji mál hann hevur sett sær eftir góðu vikuna í Reykjavík.
Eg ætli mær sjálvandi at fáa triða IM-normin, og helst skal hann koma í ár.
Hvørjar kappingar hevur tú fyri framman, sum kunnu geva ein slíkan.
Tað veit eg ikki rættiliga. FM-kappingin verður skjótt, men har er so eingin normur at vinna. Men vónandi verið eg við á OL-landsliðnum, og so havi eg kanska møguleikan.
Hvørjar aðrar kappingar verða á skránni, veit eg ikki við vissu. Fyrst og fremst, so royni eg at hugsa um kappingina, sum eg eri partur av, og tí hugsi eg bara um Reykjavík í løtuni. So kann eg fara at hugsa um aðrar kappingar, tá eg eri komin heimaftur.
Og hvussu er kenslan nú, tú skjótt fer úr Íslandi. Ert tú ikki errin av at hava fingið slík úrslit, sum alt landið hevur tosað um hesa vikuna?
Errin veit eg ikki, um eg kann siga. Tað er í øllum førum ein góð kensla, sum eg siti við. Fyrst og fremst, tí eg rakk málinum, sum eg setti mær undan kappingini. Og so er tað bara stuttligt, at tað skuldi ganga so framúr væl, sum tað hevur gjørt higartil, sigur lítillátni havnarmaðurin at enda.