Ilulissat: Mannaleivdir funnar við ruskbrenningina

Grønlands Politi er í løtuni í holt við eitt størri kanningararbeiði, eftir at leivdir av einum menniskja eru funnar við ruskbrenningina í Ilulissat.

Myndin, sum Grønlands Politi eigur, er ikki tikin í samband við óhugnaliga málið í Ilulissat.

 

 

Fyrr í dag vildi Grønlands Politi ikki siga, hvat tað er, sum er funnið við ruskbrenningina í býnum Ilulissat, men tey søgdu, at talan er um ein illgrunasaman lut, og at tað ikki er óhugsandi, at eitt brotsverk er framt.

 

Men, seinnapartin í dag hevur løgreglan sagt meira um málið, samstundis sum løgreglan heitir á borgarar í býnum um hjálp.

 

- Vit kunnu nú upplýsa, at talan er um leivdir av einum deyðum menniskja. Tískil kunnu vit ikki útihýsa møguleikanum, at talan er um eitt brotsverk, og málið verður nú kannað sum drápsmál, upplýsir Grønlands Politi.

 

Ruskbrenningin í Ilulissat er framvegis avbyrgd, og løgregan í býnum fær hjálp frá kanningarfólki úr Nuuk og helst eisini úr Danmark.

 

- Við atliti til málið hava vit biðið um hjálp frá Ríkisløgregluni og frá Rættarmedisinska Stovninum, sigur løgreglan við Sermitsiaq.

 

Grønlands Politi leggur dent á, at tey ikki vita nakað um, at nakar persónur nýliga er saknaður í økinum. Tí heita tey á borgarar í býnum um hjálp. 

 

- Vit eru serliga áhugað í persónum, sum ikki hevur borið til at komið í samband við í eina viku ella so. 

 

Við atliti til kanningararbeiðið vil Grønlands Politi ikki siga ítøkiliga, hvat tað er, sum er funnið við ruskbrenningina í  Ilulissat, men tey vátta, at talan er um leivdir av einum menniskja.

 

 

 

Myndin, sum Grønlands Politi eigur, er ikki tikin í samband við óhugnaliga málið í Ilulissat.