Fólk í grønlendska býnum Ilulissat eru skakað, og tey eru ótrygg, tí tey vita ikki, um ein drápsmaður gongur leysur. 

Ilulissat: Løgreglan nærkast eyðmerking

Eftir at partar av einum líki eru funnir við ruskbrenningina í Ilulissat heldur løgreglan seg nú vera nær einari eyðmerking av líkinum.

Fólk í grønlendska býnum Ilulissat eru skakað, og tey eru ótrygg, tí tey vita ikki, um ein drápsmaður gongur leysur. 

 

 

Fólk í grønlendska býnum Ilulissat eru skakað, og tey eru ótrygg, tí tey vita ikki, um ein drápsmaður gongur leysur. 

 

Henda spurning hava borgararnir sett sær, eftir at eitt starvsfólk leygardagin fann leivdir av einum deyðum menniskja við ruskbrenningina í býnum. Løgreglan varð boðsend, og seinni eru eisini nýggjar leivdir funnar av líkinum, sum sambært løgregluni er ein maður.

 

Løgreglan kannar málið sum drápsmál, men higartil er eingin undir illgruna, eingin er skuldsettur, og eingin er handtikin. Síðan leygardagin hevur verið leitað í økinum við ruskbrenningina, og økið hevur verið avbyrgt.

 

Í dag, tá løgreglan skipaði fyri tíðindafundi um málið, segði kanningarleiðarin, Jan Lambertsen, at løgreglan nú heldur seg vera nær einari eyðmerking av líkinum, og vónirnar eru góðar.

 

Tó eru nøkur ting enn, sum skulu kannast, áðrenn løgreglan kann staðfesta, hvør hin deyði er, men kanningarleiðarin vil ikki siga nakað ítøkiligt um, hvat tey byggja sína optimismu á.

 

Jan Lambertsen heldur, at tað hevði verið eitt stórt framstig í málinum, um staðfestast kundi, hvør hin deyði er, tí tá kundi løgreglan farið at arbeitt við møguligum motivum og møguligum brotsmonnum.

 

Á tíðindafundinum í dag segði kanningarleiðarin, at tey framvegis ongan hava í kikaranum, sum kann hava framt brotsverkið.

 

Aftrat tí, at ein eyðmerking hevði verið eitt stórt framstig í málinum, vónar Jan Lambertsen eisini, at ein eyðmerking av líkinum hevði gjørt, at íbúgvarnir í Ilulissat kundu verið meira róligir.

 

- Eg vóni ikki, at hendingin framvegis stendur sum ein tilvildarlig brotsgerð, tá hin deyði er eyðmerktur, segði kanningarleiðarin á tíðindafundinum í dag.

 

 

 

Fólk í grønlendska býnum Ilulissat eru skakað, og tey eru ótrygg, tí tey vita ikki, um ein drápsmaður gongur leysur.