Sermitsiaq sigur seg hava fingið fleiri fráboðanir frá lokala fólkinum í Ilulissat um, hvør tað er, sum er dripin, men løgreglan vil enn ikki alment avdúka navnið á manninum.

Ilulissat: Løgreglan fekk tað hon bað um

- Vit vænta svar upp á DNA-royndir mánadagin, og tá vænta vit at kunna almannakunngera, hvør hin deyði er, sigur Jan Lambertsen, kanningarleiðari.

 

 

Sermitsiaq sigur seg hava fingið fleiri fráboðanir frá lokala fólkinum í Ilulissat um, hvør tað er, sum er dripin, men løgreglan vil enn ikki alment avdúka navnið á manninum.

Løgreglan í Grønlandi er nøgd við, at rætturin i Ilulissat seint í gjár gjørdi av varðhaldsfongsla tvey fólk - mann og kvinnu - í drápsmálinum, sum seinastu vikuna hevur skakað býin.

 

Avgjørt varð, at maðurin verður varðhaldsfongslaður fram til hin 15. november, og kvinnan verður afturhildin í trý samdøgur, meðan løgreglan kannar húsini í Ilulissat, har hesi bæði fríggjadagin vórðu handtikin.

 

Jan Lambertsen, sum hevur staðið á odda fyri kanningini av drápsmálinum, sigur, at løgreglan metir, at umrøddu hús er staðið, har drápið er framt. 

 

Tað var næst seinasta leygardag, at eitt starvsfólk í ruskbrenningini í býnum fann leivdir av líki, og nakrar dagar seinni vóru nýggjar leivdir funnar. 

 

Við Sermitsiaq og grønlendska kringvarpið hevur løgreglan sagt, at tað var ymiskt, tey funnu undir leitingini við ruskbrenningina og ymiskt, sum fólk í býnum greiddu frá, sum leiddi løgregluna til heimið í Ilulissat, har handtøkurnar vórðu framdar.

 

Umframt mann og kvinnu, sum vórðu hantikin, var eisin persónur aftrat handtikin, men hesin er leyslatin aftur, tí løgreglan metir ikki, at viðkomandi hevur nakað við drápið at gera.

 

- Vit fingu tað burtur úr í rættinum, sum vit ynsktu, sigur kanningarleiðarin, sum ikki vil nágreina, hvønn leiklut kvinnan, sum situr fongslað, hevur í málinum.

 

Jan Lambertsen sigur, at tá løgreglan heitir á dómaran um, at fólk vera afturhildin í tríggjar ferðir 24 tímar, kann tað vera tí, at viðkomandi møguliga kann krógva spor í málinum, ávirka vitni ella ávirka kanningararbeiðið annars.

 

- Nú skulu vit gera teknisku kanningarnar lidnar, upplýsingar skulu eftirkannast, eins og ting skulu undirbyggjast, so tey kunnu brúkast í einum rættarmál. Vit halda, at vit eru har, sum vit vilja vera í løtuni, sigur kanningarleiðarin.

 

Sermitsiaq sigur seg hava fingið fleiri fráboðanir frá lokala fólkinum um, hvør tað er, sum er dripin, men løgreglan vil enn ikki siga alment, hvør persónur er.

 

- Vit vænta svar upp á DNA-royndir mánadagin, og tá vænta vit at kunna almannakunngera, hvør hin deyði er, sigur Jan Lambertsen.

 

 

 

Sermitsiaq sigur seg hava fingið fleiri fráboðanir frá lokala fólkinum í Ilulissat um, hvør tað er, sum er dripin, men løgreglan vil enn ikki alment avdúka navnið á manninum.