Tað hendi nógv seinastu tímarnar av flytingarvindeyganum og nú eru menn ósamdir um hvat fór fram í Newcastle, tá Liverpool keypti Andy Carroll. Evening Chornicle hevur sitera Andy Carroll fyri at siga:
- Dagligi leiðarin gjørdi greitt, at eg skuldi lata teimum eina umbøn um at sleppa vekk. Teir kroystu meg upp í eitt horn og eg hevði ongan annan møguleika. Newcastle vildi ikki hava meg og teir gjørdu greitt, at teir vildu hava pengarnar, sigur Andy Carroll.
Tí søguni er venjarin hjá Newcastle, Alan Pardew, ikki samdur í. Hann vil vera við, at Andy Carroll, sum oktobur skrivaði undir nýggja fimm ára sáttmála, royndi at útnytta støðuna.
- Andy Carroll kom til okkum og segði, at um hann ikki fekk ein nýggjan sáttmála, so vildi hann seljast. Vit hava ikki kroyst hann upp í nakað horn, sigur Alan Pardew.
Andy Carroll kostaði Liverpool 305 milliónir krónur og er dýrasta keypið á Anfield nakrantíð. Tað vera nakrar vikur áðrenn Liverpool viðhaldsfólkini sleppa at síggja Andy Carroll í Liverpool troyggjuni, tí hann er skaddur.










