Á eykaaðalfundinum hjá SEV fríggjamorgunin upplýsti nevndin hvørjar verkætlanir ætlanin er at fara í holt við í 2016, og ikki kann sigast annað, enn at uppgávurnar eru nógvar og ymiskar.
Í alt væntar nevndin í elfelagnum, at felagið fer at brúka 377,4 milliónir krónur í íløgum í 2016, og kunnu tær býtast upp í tveir bólkar.
Fyrri er íløgur í Framleiðsluvirksemi, og umfatar tað millum annað tey ymisku verkini kring landið og vindmyllurnar. Ætlanin er at gera íløgur fyri 184,3 milliónir krónur í tí bólkinum. Harav er størsti parturin, 142,8 milliónir krónur, settur av til ymiskt arbeiði á Sundsverkinum.
Hin bólkurin hevur fingið heitið Netvirksemi, og umfatar tað elnetið og ymiskir bygningar. 193, 1 milliónir krónur eru settar av til íløgur í hesum bólkinum, harav 159,6 milliónir krónur eru settar av til íløgur í undirbólkinum Net, koblingsstøðir, bygningar við meira.