Illveður í Nuuk

Bæði bussferðslan í býnum og flogferðslan úr Keypmannahavn hevur verið ávirkað av illveðri.

Tað er illveður í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, í dag, og fyrrapartin var eingin almenn busskoyring í býnum.

 

DMI visti tíðliga í morgun at siga, at vindurin í Nuuk og í Manitsoq fór at koma uppí orkanstyrki.

 

Í morgun boðað veitarin, Nuup Bussii, frá, at í øllum førum fyrrapartin fór eingin busskoyring at vera í Nuuk.

 

Okkurt óhapp hevur verið í morgun, og í Sermitsiaq er mynd av bussi hjá Nuup Bussii, har ein rútur er brotin.

 

Eisini flogferðslan úr Keypmannahavn hevur verið tarnað av illveðrinum, og flogfarið haðani er flutt til í morgin og mikudagin, 12. og 13. desember.