Myndin er tikin í norska høvuðsstaðnum Oslo seinnapartin í dag.

Illveðrið "Hans" ger skaðar fyri miljónir

Seinnapartin í dag hevði eitt av tryggingarfeløgunum í Noregi fingið fráboðanir um 70 skaðar.

Myndin er tikin í norska høvuðsstaðnum Oslo seinnapartin í dag.

Í morgun hava vit hoyrt um ring veðurlíkindi í eitt nú Danmark, Svøríki og Noregi.

 

Í Noregi er illveðrið "Hans", sum longu hevur rakt fleiri økir, nú veruliga farið at gera um seg.

 

Seinnapartin í dag hevði okkurt av tryggingarfeløgunum í Noregi fingið fráboðanir um 70 skaðar.

 

Væntandi er, at talið av skaðum fer at veksa, sum dagurin gongur, og kvøldið kemur.

 

Talan er longu nú um nógvar skaðar - serliga elvdir av vatnflóð, sum nú ger um seg í herviliga áarførinum.

 

Fleiri løgregluøki í Noregi hava sent út neyðávaringar til sínar íbúgvar kring um, har líkindini eru ringast.

 

##med2##

 

 

 

Myndin er tikin í norska høvuðsstaðnum Oslo seinnapartin í dag.

Soleiðis sær út á einum parkeringsplássi í Noregi í dag.