Illveðursdystur í Gøtu

Síðsti dysturin í 5. umfari í Vodafonedeildini verður í løtuni spæld í Sarpigerði í Gøtu.

EB/Streymur vitjar, og eftir 20 minuttir er støðan framvegis málleysur javnleikur.

Lotið er rættuliga frískt, serliga tá ið frekir ælingar seta oman yvir Sarpigerði.

Heimaliðið hevur vindin undan í 1. hálvleiki.

27.: 0-1: Levi Hanssen lyftir bóltin upp um Geza Turi og í málið, eftir at Egil á Bø steðgaði Víkinga álopi, og Levi varð spældur leysur innanfyri miðverjuna.

45.: Nú teir eru farnir at hvíla seg, er støðan framvegis 1-0 til EB/Streym. Tað hevur ikki eydnast Víkingi at fáa spælið at hanga saman, og heimaliðið hevur ikki spælt seg til málmøguleikar undan fríska lotinum.

70.: Víkingur hevur torført við at mynda møguleikar at gera mál. Andreas Lava Olsen er størsta hóttanin, men tað hevur higartil ikki eydnast, og í mótálopum eru gestirnir ofta vandamiklir. Næst við vóru teir, tá ið Santos sendi í stólpan.

77.: Fyri heimaliðið kemur tað illa við, at Andreas Lava Olsen er noyddur at fara av vøllinum, tí hann er skaddur.

83.: Tað er EB/Streymur, sum hevur fatur í longra endanum og spælir seg til málmøguleikar. Eitt nú hevur Brian Olsen havt fína skotroynd.

90.: 0-2. Eftir hornasparksinnlegg stútar Levi Hanssen, sum er púra leysur, bóltin í málið aftanfyri Geza Turi. Eftiransingarnar eru merkisvert vánaligar hjá Víkingi. Í hesi støðuni vóru átta heimamenn í egnum brotsteigi ímóti trimum EB/Streyma monnum, eitt nú Levi Hanssen, sum ikki var ansaður.

Liðugt!

 

Víkingur-EB/Streymur 0-2 (0-1)

0-1: Levi Hanssen 27.

0-2: Levi Hanssen 90.

Dómari: Dagfinn Olsen

Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen (Áslakur R. Petersen, 87.), Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen - Andreas Lava Olsen (Martin Olsen, 77.) Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Súni Olsen, Símun Louis Jacobsen (Magnus Skoralíð, 67,) - Finnur Justinussen

Gult kort: Niclas Niclasen

EB/Streymur: Gunnar á Steig - Bárður Olsen, Egil á Bø, Sorin Anghel, Santos - Levi Hanssen, Marni Djurhuus, Brian Olsen - Gudmund Nielsen (Arnbjørn Hansen, 84.), Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Marni Djurhuus