Illveðursdagur umborð á jólaskipi

Útróðrarbáturin Hekla er bygdur í Klaksvík í 1973. Báturin er ikki í regl­u­ligari útróðrarvinnu, men verður brúktur sum stutt­leikabátur. Árligi túr­urin við jólamonnum, jóla­gent­um og jólabørnum er ein­asta inntøkukelda, sum bát­urin í løtuni hevur

Vilmund Jacobsen

Flestu manningar á fiskiskipum eru heima á jólum - men ikki all­ar, minni enn so. Fleiri av teimum, sum sigla við land­far­a­skipum, noyðast at verða burt­uri frá familju, vinum og kenn­ing­um á jólum. Sama er við teim­um mongu, sum sigla við farm­a­skipum av ymiskum slagi úti í stóru verð. Mongu jóla-og nýggj­árs­heilsurnar úr ymiskum her­aðs­hornum um jólini geva okk­um eina ábending um, hvussu mangir landsmenn í veru­leikanum noyðast at vera burt­uri á jólum.
Tað er ikki vanligt, at føroysk ís­fisk­askip eru úti um jólini, men tað eru altíð nøkur skip, sum loysa beint eftir jól, og tá kunnu menn vænta sær at vera burturi á nýggjárinum, um tað ikki gongur serstakliga væl at fiska.

Í illveðri
Menninir, sum vit síggja á mynd­ini á hesi síðuni, vóru hug­a­góðir og løgdu nógv fyri í ill­veðri og regni seinnapartin hós­dagin.
Tað, sum teir – vælklæddir í olju­klæð­um - fáast við umborð á útróðrarbátinum Heklu úr Run­a­vík, hevur so sanniliga eis­ini nakað við jólini at gera.
Teir eru nevniliga umborð og rigga jólaskipið til, nú jól-a­menn, jólagentur og jólabørn um­borð á hesum bátinum skulu stevna inn í havnina í Run­avík komandi mánakvøld – til gleði fyri manga barnasál.
Niðri á dekkinum síggja vit Karl Anton Thune, og maðurin á bátadekkinum er Tórálvur Dan­i­elsen.
Hetta er triðja árið á rað, at jólaskip verður riggað til og pyntað í Runavík, og Tór­álv­ur hevur verið við til at pynta skipið áður. Hann hevur áður arbeitt hjá Runavíkar komm­unu, men í løtuni arbeiðir hann á smoltstøðini Inni á Dal.
Karl Anton hevur seinastu ár­ini siglt við farmaskipi, men ar­beiðir í løtuni hjá Runavíkar komm­unu.

Lítil drift
Útróðrarbáturin Hekla, sum er smá 20 tons stórur, er bygdur í Klaksvík í 1973. Báturin er ikki í regluligari útróðrarvinnu, men verður brúktur sum stutt­leik­a­bát­ur.
Túrurin við jólamonnum, jól­a­gentum og jólabørnum er ein­asta inntøkukelda, sum bát­ur­in í løtuni hevur.
Tá ið jólaskipið kemur á Run­avík mánakvøldið, verður siglt av Bakkafrost og inn í havnina í Runavík. Lagt verður at við bát­a­brúgvarnar beint niðanfyri Gamla Handil í Heiðunum, har skipað verður fyri ymiskum und­irhaldi og matsølu.
Hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri hesum til­taki, sum hvørt ár hevur fingið rætt­i­liga góða undirtøku.
Skótarnir syrgja fyri, at blikk og avkuppaðar tunnur við eldi seta sín serstaka dám á hesa løtu – og hæddarpunktið er, tá ið jólaskipið nærkast og legg­ur til bryggju. Umborð á skip­inum verður sent hópin av fýrverki, tá ið stevnt verður inn í havnina og rópini frá jól­a­monnunum hoyrast langan veg...

Skipið klárt
Teir báðir, Karl Anton og Tórálvur, vóru óførir í ill­veðrinum og regninum hendan seinnapartin, og líkt var ikki til, at líkindini órógvaðu teir serliga nógv.
Sum seinnaparturin leið, hingu allar tær umleið 1500 perurnar, sum prýða jólaskipið, uppi og lýstu – og vit, sum duttu fram við, fingu enn eina kenslu av, at nú eru jólini i hondum.
Men tað eru meira enn perur, sum skulu til fyri at gera skipið klárt. Í lastini er eisini eitt stórt streym-aggregat til allar hesar perurnar, sum eru 220 volt, meðan skipið brúkar annan streym.
Nógvir aðrir bátar kundu verið brúktir sum jólaskip í Runavík, men neyðugt er, at báturin er úr onkrum slagi av timbri. Tær mongu perurnar skulu heingjast runt um alt skipið, og tá er neyðugt at kunna seta heftir í nógvastaðni.
Skipið er klárt, perurnar lýsa, og nú verður bara bíðað eftir mán­a­degnum, sum vónandi fer at eydnast betri við veðri enn hós­dagurin, tá ið Karl Anton Thune og Tórálvur Danielsen so hugagóðir riggaðu jóla­skip­ið til.