Illveður í USA

Minst fýra fólk eru deyð í illveðri í USA um vikuskiftið Illveður við meldurhvirlum og gloprarregni hevur herjað fleiri staðir í USA um vikuskiiftið, og sambært myndugleikunum hava minst fýra fólk latið lív.

Í Indiana druknaði ein maður, tá áarførið tók bilin við sær, og í Michigan eru trý fólk deyð. Tvey teirra druknaðu, tá áhaldandi regn elvdi til vatnflóð.

Myndugleikarnir siga, at fleiri hundrað fólk eru farin úr húsunum orsakað av vatnflóð, og í fleiri førum hava hús fingið skaða av meldurhvirlum.

Fleiri hundraðtúsund fólk hava ongan streym.