Illveður í Ohio

Í trimum plássum hava tey orsaka av vatnflóð verið noydd at skifta valstað í Ohio Í kvøld er stórur spenningur í USA og kring allan heimin um, hvussu tað fer at gangast á undanvalunum í Ohio og Texas. Serliga í kappingini millum demokratisku valevnini Barak Obama og Hillary Clinton.

Veðrið er einki serligt í Ohio. Í norðara partinum av statinum er tað vátaslettingur, og aðra staðni er tað illveður.

Men hóast veðrið er illsligt, so verður roknað við, at valluttøkan verður umleið 52 prosent. Tað eru 15 prosent fleiri, enn luttøkan plagar at vera í undanvalum til forsetavalið.

Orsaka av illveðrinum hevur tað verið neyðugt at flyta trý valstøð í eystara partinum av Ohio, tí vatnflóð hevur forðað veljarunum at sleppa fram at valstaðnum.