Illveður og skógareldar í USA

Minst átta fólk eru deyð eftir illveður og skógareldar í fleiri amerikonskum statum Í Tennessee og Arkansas hava harðar meldurhvirlur gjørt stóran skaða. Í Texas hevur meldurhvirlan kravt fimm mannalív, og fleiri hava fingið skaða.

Í Texas hava skógareldar kravt trý mannalív, og myndugleikarnir siga, at eldarnir hava oyðilagt stór økir.

Í Oklahoma hava sløkkiliðini fingið tamarhald á teimum flestu skógareldunum, sum hava verið har síðani mitt í vikuni.

Myndugleikarnir í Oklahoma siga, at umleið 80 hús eru farin upp í royk, og løgreglan hevur illgruna um, at minst ein eldsbruni varð ásettur.