Illveður og ruðuleiki í New York

Nógvar gøtur stóðu undir í vatni, og trø fóru um koll, tá eitt ógvusligt toruveður herjaði New York

New York-búgvar fingu eina heldur harðliga dagsbyrjan í gjár, tá torusláttur, stormur og grimdarregn herjaðu býin, júst sum fólk skuldu til arbeiðis.

 

Kloakkirnar kláraðu ikki at taka ímóti tí nógva regninum, so nógvar gøtut stóðu undir í vatni, og støðan var tann sama á fleiri tok- og undirgrundarstøðum. Samferðslan var tí nógv darvað, so fólk noyddust at fara til gongu ella at taka egnan bil ella bussin til arbeiðis. Tað elvdi til nógva bilferðslu, og tá fleiri av gøtunum stóðu undir í vatni, var alt í einum ruðuleika, skrivar New York Times.

 

Á einum tíðindafundi í gjárkvøldið segði Michael Bloomberg, borgarstjóri, at illveðrið hevði kravt eitt mannalív, og at fleiri fólk høvdu fingið skaða. Myndugleikarnir søgdu seinni, at fleiri hús hava fingið so stóran skaða, at tey verða ikki gjørd aftur.