Tað var rættiligt illveður á Vesturlandinum í Noregi í gjár. Í Stavanger fór ein partur av tekjuni á dómkirkjuni, og tað sama hendi kirkjuni hjá hvítusunnusamkomuni í býnum. Løgreeglan avbyrgdi økið kring tær báðar kirkjurnar, og sløkkiliðsmenn høvdu úr at gera við at leggja okkurt omaná.
Í Haugesund tók stormurin eina goymsluhøll, sum stóð við flogvølli, og fleiri bilar, sum stóðu uttan fyri høllina, fingu stóran skaða.
Ein ferja, sum lá við bryggju, sleit, men tað eydnaðist at fáa hana aftur at bryggju, áðrenn hon fór á land.
Veðurmenninir høvdu boðað frá stórari flóð millum Lista og Kristiansund, og nógvastaðni var flóðin ein góðan hálvan metur oman fyri tað vanliga. Tað hevði millum annað við sær, at sjógvurin fløddi upp á Bryggen í Bergen, har fleiri handlar stóðu undir í sjógvi fyri. Aftenposten skrivar, at hetta er fjórðu ferð síðani í desember, at handilsmenninir á Bryggen noyðast at turka sjógv upp av gólvinum.
Mistu streymin
Har vesturi í Svøríki var illveður í nátt, og umleið 57.000 fólk lógu í streymloysi, tá tey vaknaðu í morgun.
Myndugleikarnir siga, at fleiri trø eru rykt upp við rót ella brotnað í tí nógva vindinum, og ferðslan var nógv darvað í morgun. Trupulleikar vóru eisini við telefonsambandinum.
Sambært myndugleikunum fekk eingin skaða í illveðrinum, hvørki í Noregi ella í Svøríki.