Illveður í Noregi

Tríggjar ferðir ta seinastu vikuna hava norsku veðurmenninir boðað frá stormi í pørtum av landinum.

Í síðstu viku herjaði illveðrið Clara í Norðurnoregi, og nakrar dagar seinni gjørdi illveðrið Dyre um seg í Møre og Romsdal og Trøndelag. Hetta illveðrið rakti eisini partar av eysturlandinum, har fleiri túsund húsarhald mistu streymin. Tað vísti seg, at elmastrar vóru farnar nógvastaðni, og summi noyddust at bíða upp í trý samdøgur, til streymurin kom aftur.

Í gjár boðaðu veðurmenninir aftur frá illveðrið. Hesaferð var tað Edda, sum gjørdi um seg Lofoten, Vesterålen og syðra parti av Troms. Veðurmenninir spáddu 25 metrar um sekundið nógvastaðni og 30 metrar um sekundið í Lofoten. Gjáramorgunin avgjødu myndugleikarnir at steingja fleiri fjallavegir, og fleiri ferjur avlýstu eisini siglingina.