Í minsta lagi tólv fólk eru deyð, og ellivu onnur eru ikki komin afturíaftur, eftir at tann tropiski stormurin Agatha herjaði miðamerikanska landið Guatemala í gjár. Tað hevur regnað av grimd, og tað nógva regnið hevur elvt til vatnflóð og fleiri skriðulop, og minst 3.000 fólk eru flýdd frá húsi og heimi.
Agatha er tann fyrsti tropiski stormurin í Kyrrahavinum í ár.
Agatha er ikki tann einasta hóttanin frá náttúruni í Guatemala í hesum døgum. Fyrradagin fór gosfjallið Pacaya at goysa, fjallið hevur sent so nógva øsku upp í loft, at í fleiri býum ligja gøturnar undir øsku.
Myndugleikarnir hava flutt fleiri túsund fólk burtur frá gosfjallinum, og partar av landinum eru settir í undantaksstøðu. Jarðfrøðingarnir vænta, at gosið fer at gera uppaftur meiri um seg teir næstu dagarnar.