Illveður kravt 14 mannalív

Í Miðamerika hava minst 14 fólk latið lív av skriðulopum og vatnflóð, eftir at tað tropiska illveðrið Matthew hevur herjað økið um vikuskiftið. Illveðrið herjaði fyrst í Nikaragua, har myndugleikarnir máttu flyta fleiri túsund fólk burtur. Haðani helt illveðrið leiðina fram til Honduras og Belize við ógvusligum avfalli, áðrenn tað viknaði nakað.

Sambært amerikonsku veðurstovuni doyr Matthew spakuliga burtur.

Miðamerika er sera meint rakt av vindi og regni í seinastuni, og skriðulop og vatnflóð hava kravt fleiri hundrað mannalív. Fólk í tíggjutúsundatali eru vorðin heimleys.