Illveður kravdi átta mannalív

Meldurhvirlur og gloprarregn herjaðu fleiri statir í USA um vikuskiftið

Átta fólk doyðu, fleiri hundrað máttu fara frá húsi og heimi, og fleiri hundraðtúsund mistu streymin, tá meldurhvirlur og gloprarregn herjaðu amerikonsku statirnar Iowa, Indiana, Connecticut og Michigan um vikuskiftið.

 

Ringast var í Michigan, har seks fólk doyðu. Í Indiana doyði ein maður, tá áarførið fór við bili hansara, og í Connecticut kravdi illveðrið eisini eitt mannalív. Har fingu fýra onnur skaða, tá toran slóð niður.

 

Í Iowa hava myndugleikarnir ikki vitað um so nógv avfall í fleiri ár, og og í Iowa City standa fleiri býarpartar undir í vatni.