Illveður í Evropa

Kavarok, skalvalop, frost og vatnflóð kravdu meiri enn 20 mannalív í Evropa um vikuskiftið, og nógvastaðni var ruðuleiki í ferðsluni

Í Danmark noyddist bjargingartænastan at biðja hervaldið um hjálp, so sjúkrabilar kundu koma vegin fram í tí nógva jarðrokinum sunnudagin og gjáranáttina. Nógvar flogferðir máttu avlýsast, og í Kastrup noyddust ferðafólk at geva tol, tí fleiri flogfør vóru seinkað av tí vánaliga veðrinum. Í pørtum av Jyllandi og Sælandi ráddi løgreglan fólki frá at seta seg í bilin.
Aðrastaðni í Evropa var veðrið uppaftur nógv verri. Í Italia doyðu tvey fólk í skalvalopum, og í Slovakia vórðu tveir skíðrennarar funnir deyðir undir einum skalvalopi.
Myndugleikarnir í Týsklandi siga, at har doyðu sjey fólk um vikuskiftið í vanlukkum, sum stóðust av nógvum vindi og vatnflóð. Millum annað floymdu fleiri av teimum stóru áunum upp um áarbakkarnar.
Í Russlandi hevur verið sera kalt, og í Moskva doyðu 12 fólk í kulda. Eisini í Pólandi hevur kuldin verið nógvur. Higartil í vetur eru 227 fólk deyð í kulda í Russlandi og 183 í Pólandi.
Har norðuri í Fraklandi kom nógvur kavi niður. Í Charles de Gaulle-floghavnini í París vóru flogførini nógv seinkað, og á teimum stóru motorvegunum uttan fyri høvuðsstaðin sóru 15.000 fólk føst í bilunum í tí nógva kavanum.
Í Kekkia, Týsklandi, Eysturríki, Belgia, Niðurlondum, Bretlandi og Portugal regnaði illa. Áirnar fóru upp um áarbakkarnar, og nógvir vegir og gøtur í býunum stóðu undir í vatni. Í Kekkia stúrdu myndugleikarnir fyri, at teir máttu flyta fólkið úr umleið 20 bygdum, men tað gjørdist kortini ikki neyðugt.