Illveður er dýrt

Í Noregi hevur felagið hjá bankum og tryggingarfeløgum roknað út, at 2011 er tað dýrasta árið síðani 1995, tá tað snýr seg um endurgjald fyri skaða av illveðri. Eftir útrokningini hjá felagnum hevur illveður gjørt skaða fyri 824 milliónir norskar krónur higartil í 2011.

Ódnin Berit, sum eisini gjørdi um seg í Føroyum, kostaði norsku tryggingarfeløgunum umleið 275 milliónir krónur, skrivar blaðið Dagens Næringsliv.

Ivar Martinsen, stjóri í tryggingarfelagnum If, sigur við blaðið, at nógv hús standa ov nær strondini, nógvir býir eru bygdir á láglendi, har tað ofta er tætt bygt, og so eru tey kommunalu frárenslini ikki nóg góð, sigur hann.