Illveður í Bretlandi kravt trý mannalív

Tað hevur regnað óvanliga illa í pørtum av Onglandi og í Wales, og fleiri túsund fólk eru rýmd frá húsi og heimi.

Hóast veðurmenninir høvdu sagt frá nógvum regni, kom tað ógvusliga avfallið púra óvart á fólk og myndugleikar. Einasti uggin er, at veðurmenninir væntandi hava rætt, nú teir hava sagt frá minni avfalli út á dagin.

 

Í gjárkvøldið bleiv ein 14 ára gamal drongur funnin druknaður í Sheffield, og í Hull doyði ein 28 ára gamal maður, tá hann royndi at reinsa eina kloakk. Seinni varð ein 68 ára gamal maður funnin deyður í Sheffield. Tað vísti seg, at hann var druknaður, tá hann royndi at sleppa tvørtur um ein veg, sum stóð undir vatni.

 

Í Rotherham í South Yorkshire fóru fólk at stúra fyri, at Ulley-vatnbyrgingin fór at skrædna orsakað av tí ógvusliga avfallinum. Myndugleikarnir tóku eisini málið í størsta álvara, og fleiri hundrað fólk vórðu flutt burtur frá byrgingini. Tey hava síðani hildið til í einum skúla, sigur Sky News.

 

Tað mesta regnið var kring býin Sheffield. Har noyddust fleiri fólk at leita sær upp á húsatekjur ella út á altanir undan vatninum, og myndugleikarnir sendu fleiri tyrlur at taka fólk upp.

 

Bretsku veðurmenninir siga, at við Sheffield kom so nógv regn niður eftir nøkrum fáum tímum, at tað svaraði til tað, sum vanliga kemur niður eftir einum mánað. Men veðrið batnar í dag, siga veðurmenninir, sjálvt um tað verður óstøðugt alla vikuna.