Illveður í Bretlandi

Eitt stormlágtrýst, sum nú er á veg eystur ígjøgnum Norðsjógvin, hevur elvt til illveður nógvastaðni í Onglandi, Skotlandi og Írlandi í dag. Mesti vindurin var í Norðurírlandi og Skotlandi, har vindferðin kom upp í 44 metrar um sekundið í hvirlunum.

Tann nógvi vindurin hevur órógvað elveitingina, fleiri havnir eru stongdar, og millum annað varð ferjusiglingin um Ermasund avlýst.

Norskir og svenskir veðurmenn hava givið látrýstinum navnið Emil, og Emil er nú á veg ímóti Danmark og Suðurnoregi. Donsku veðurmenninir siga, at serliga tann norðari parturin av Jyllandi fær nógvan vind, meðan vindurin verður heldur minni longri suðuri í landinum.