Illveður argar við Margáir

Orsaka av veðri er tað ikki hugsningur um at spæla fótbólt í Steymnesi í kvøld

Sambært skránni skuldi fyrsta bríksl við Margáir í kvøld vera klokkan 18.30, tá ið toppliðið í fyrstu deild, EB/Streymur, skuldi hava vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ.

 

Spælararnir møttu við Margáir, og tað gjørdi dómarabólkurin við Bjarka Danielsen á odda eisini.

Fyri tey, sum eru stødd í miðstaðarøkinum og longri syðri í landinum ljóðar tað púra veruleikafjart, men tað er ein veruleiki. Tað eru so vánalig líkindi við Margáir í kvøld, at tað er ikki hugsningur um at spæla fótbólt.

Tí avgjørdi dómarin, at tað bar ikki til at spæla, og harvið eru klaksvíkingarnir á veg til hús aftur við vitanini um, at teir skulu aftur í Sundalagi, tá ið líkindini verða betri.