Illveðrið ávirkar Strandferðsluna

Avlýsingar eru á skránni í dag

Strandferðslan skrivar í dag, at vegna vánalig líkindi er Smyril seinkaður nakað. Tískil var fráferðin av Tórshavn ikki fyrr enn 15:00. Fráferðin av krambatanga verður kl.18:00. Og kl.21:15 úr Tórshavn. Somuleiðis er bussurin millum Klaksvík og Kunoy avlýstur fyribils, skrivar Strandferðslan.  

 

 

 

Tað er nakað av vindi í støðum kring landið nú. Á Syðradali eru upp í 26 m/s. Á Gjáarskarði eru upp í 25 m/s, og á Oyndarfjarðarvegnum eru upp í 25 m/s. Við Norðskálatunnilin er upp í 27 m/s.