Reiðarin á trimum sponskum trolarum, sum norska sjóverjan hevur tikið, er í øðini inn á norsku myndugleikarnar.
Í gjár helt reiðarin, Ivan Lopez, tíðindafund í Tromsø, har teir tríggir trolararnir liggja, og hann var alt annað enn fegin um støðuna. Hann vildi vera við, at norska sjóverjan hevði tikið tveir av trolarunum, bara tí hon hevði mistanka um, at alt ruggaði ikki rætt hjá teimum. Sjóverjan hevði hvørki kannað dagbøkur ella veiði, segði hann. Trolararnir fingu bara boð um at sigla til lands, vildi hann vera við. Harafturat nýtti sjóverjan mál, sum skipararnir ikki skiltu, og tað er brot á vanliga rættarskipan, segði Ivan Lopez.
Talsmaðurin hjá norsku sjóverjuni vísir øllum skuldsetingunum aftur. Hann sigur við NTB, at sjóverjan hevur hildið seg til tær vanligu reglurnar, og at alt er farið rætt fram.
Tað er kanska ikki so løgið, at tann spanski reiðarin er illur, tí tann fyrsti trolarin, sum bleiv tikin, fær ætlandi 12 mió. krónur í bót.