Illur maður handtikin

Sunnukvøldið varð løgreglan boðsend niðan á Oyggjarvegin, tí ein maður var blivin í øðini. Løgreglan mátti handtaka mannin og lata hann sova rúsin av í brummuni Um 23-tíðina fekk løgreglan boð um ein illan mann uppi á Oyggjarvegnum við frákoyringina til Norðradal.

Politirapportin segði einki um, hvat ósemjan millum handtikna mannin, sum var dýrandi fullur, og ein annan mann gekk út upp á, men sambært rapportini var maðurin ikki til at tosa við, og tí gjørdi løgreglan av at handtaka mannin.

Hann varð førdur á løgreglustøðina og har lagdur í brummuna at sova rúsin av sær.

Hann varð leyslatin fyrrapartin mánadagin, og málið varð skrásett sum fyllskapur. Maðurin verður tí ikki ákærdur fyri nakað brotsverk.