Í 2019 byrjaði rapp-bólkurin Swangah at skipa fyri "Illtonkt". Eitt tiltak – ella ein pallur, har tveir luttakarar dystast ímóti hvørjum øðrum við at brúka orð. Man kann eisini kalla tað ein verbalan nevaleik – ella á enskum rap-battle.
Tað bleiv sera væl móttikið, nógvir ymsir luttakarar hava verið við, og dystirnir blivu sendir á YouTube.
Nú er ætlanin so at skipa fyri enn einum umfari av Illtonkt. Tað boða fyrireikararnir frá á Instagram.
Í hesum sambandi leita teir eftir luttakarum og skriva soleiðis:
– Hevur tú eina hvassa tungu, ein rættan rygg og klárar at standa ímóti einum og hvørjum orđiđ í iLLtonkt ringinum, skriva so til okkum, siga stigtakararnir.
Kennir tú ikki til Illtonkt, so kanst tú síggja eitt dømi um eina battle her:
##med3##
##med2##












