Illsligt veður um vikuskiftið

Danska veðurstovan roknar við, at tað verður vindur og regn um vikuskiftið

(Mynd: Ingi Sørensen)

Nú verður lýggjari og vátari veður. Danska veðurstovan DMI roknar við, at stóran part av vikuskiftinum verður upp í hvassan vind og fitt av avfalli.

 

Í dag vera 8-13 m/s av suðri og útsynngi, í støðum upp í 15 m/s. Skýggjað og ælaveður, onkrastaðni verður onkur uppkláring og sólglottar. Hitin verður millum 3 og 8 stig. Í kvøld vera 10-15 m/s við hvirlum av suðri og útsynningi. Samdrigið og regn- ella vátikavaavfall. Í nátt eitt sindur minni vindur, skiftandi skýrák og ælaveður. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.

 

Sunnudagin vera 10-15 m/s av útsynningi, seinni 8-13 m/s av suðri og útsynningi. Skiftandi skýrák og regn- ella vátakavaæl. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

(Mynd: Ingi Sørensen)