10 ting um Sir Alex Ferguson:
Alexander Chapman Ferguson varð føddur í býarpartinum Govan í Glasgow á ársins seinasta degi í 1941.
Pápin arbeiddi á skipasmiðju í Glasgow, og mamman var heimagangandi. Alex hevur ein beiggja, Martin.
Lyklaorðini í venjarayrkinum hjá Ferguson hava verið disiplin og vitan, og tað merkti hann frá byrjan av sum venjari. Spælarin Bobby McCulley, sum Ferguson vandi í 70’unum segði, at hann hevði ongantíð verið so bangin fyri nøkrum sum Ferguson.
St. Mirren er einasta felag, sum hevur sekkjað Fergsuon, tað hendi í 1978. Maðurin, sum sekkjaði hann, Willie Todd, hevur sagt, at orsøkin til uppsøgnina var, at Ferguson hevði gjørt av at flyta til Aberdeen at starvast og hevði biðið minst ein spælara koma við sær.
Gjøgnumbrotið sum venjari fekk hann í skotska felagnum Aberdeen, har hann vann europeiska kapping.
Í 1986 gjørdist hann venjari í Manchester United og hevur starvast har síðani.
Í 1989 gekk so illa hjá Manchester United, at Ferguson varð við at verða sekkjaður. Men eitt mál hjá Mark Robbins í 1-0 steypasigri bjargaði Ferguson, og restin er søga.
Ferugson boðaði frá, at hann ætlaði sær at gevast í United í 2002, og hetta varð mett av hava negativa ávirkan á úrslitini. Men í februar hetta árið broytti Ferguson hugsan og gjørdi nýggja avtalu við felagið.
Ferguson hevur havt nógvar spælarar undir behandling, og ein av kendastu søgunum er, tá ið hann í 2003 sparkaði eina gaggu og rakti stjørnuspælaran David Beckham omanfyri eygað, so hann mátti seymast.
Hann býr í Chesire saman við konu sínari Cathy. Tey giftust í 1966 og eiga tríggjar vaksnar synir.










