Eins og á Fróðskaparsetrinum gekk alt spakuliga at byrja við, men so við og við kom meira ferð á. Studentatalið liggur í dag undir 200, nakað sum á fróðskaparsetri Føroya. Á sjálvum Ilisimatusarfik eru tað nú 4 deildir, sum eru:
Deildin fyri fyrisiting.
Deildin fyri máli, samskifti og fjølmiðlan
Deildin fyri gudfrøði
Deildin fyri mentan og samfelagssøgu
Samansjóðing av fleiri stovnum
Umframt Ilisimatusarfik hava tað eisini verið aðrir sjálvstøðugir hægri skúlar í Grønlandi. Fleiri av hesum eru frá 1. januar 2008 við lóg lagdir saman í ein stovn.
Umframt tær gomlu deildirnar so eru nú hesir stovnarnir sjóðaðir saman við Ilisimatusarfik:
Læraraskúlin – Ilinnarfissuaq, ein yvirbygningur oman á læraraútbúgvingina - Inerisaavik, har tað ber til at taka master- og kandidatútbúgving í útbúgvingarvísindum, sosialráðgevaraútbúgvingin, sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin og journalistútbúgvingin.
Øllum eru kortini enn ikki rúm fyri á nýggja Ilimmarfik, men har er ríkiligt pláss til at byggja á afturat. Ilimmarfik er enn bert eitt fyrsta byggistig. Við samanleggingin kemur samlaða studantatalið á Ilisimatusarfikk at økjast nógv, samstundis sum krøvini til allar útbúgvingar verða økt munandi. Í so máta er gongdin í Grønlandi ikki stórt øðrvísi enn í Føroyum. Ein munur er kortini, og hann er, at á Ilisimatusarfik eru tann allarstørsti parturin av lærarunum útlendingar, fyrst og fremst danir. Eitt nýtt ættarlið av vælútbúnum grønlendingum er á veg, og hesi koma skjótt at gera seg galdandi innan fyri nýggju karmarnar.
Náttúrustovnurin
Nátturustovnurin Pinngortitaleriffik – Grønlands Natutinstitut liggur eitt hanagleiv frá Ilimmarfik, og er teknað av sama arkitekti. Kortini tyktist ikki sum at nakar á nátturuinstituttinum var serliga heitur fyri einum samstarvi millum Ilisimatusarfik og Pinngortitaleriffik, sum er ein reinur granskingarstovur við ongari undirvísing.
Eitt, sum eyðkennir universitetsundirvísingina á Illisimatusarfik er, at har verður als ikki undirvíst í náttúruvísindum. Tað er eingin náttúruvísindadeild á Ilisimatusarfikk, tíansheldur nøkur náttúruvísindalig útbúgving. Her má vend koma í.
Ein glasbrúgv millum stovnarnar báðar eigur at koma heilt skjótt, tí sjálvandi eigur universitetsundirvísing í nátturufakum eisini at verða á Ilisimatusarfik, og tað gerst ikki uttan í samstarvi við Grønlands naturinstitut. Her eru helst enn smá kongaríki til og ein støða, sum treingir til at mýkjast og mennast. Men einki er at ivast í, at tað eisini her kemur at fara fram ein samansjóðing í nærmastu framtíð, og so koma tey við Ilisimatusarfik eisini at fáa náttúruvísindaligar útbúgvingar.