Illir munkar

Tað er ikki á hvørjum degi, at munkar ganga mót­mæl­is­gongu og rópa ókvæmisorð, men tað hendi í srilankiska høvuðsstaðnum Colombo í gjár.
Meiri enn hundrað budd­histiskir munkar gingu mótmælisgongu til norsku sendistovuna í býnum, har teir róptu ókvæmisorð eftir norska sendiharranum, Hans Brattskar, og diplomat­in­um Erik Solheim. Munk­arnir sluppu tó ikki at sendi­stovuni, tí løgreglan hevði sett byrgingar upp uttanfyri.
Tað var serliga Erik Sol­heim, sum stóð fyri skotum. Hann stendur á odda fyri royndunum at finna semju ímillum stjórnina í Colombo og teir tamilsku uppreistrarmenninar har norðuri í landinum, men munkarnir vilja vera við, at norsku friðarroyndirnar fara at enda við, at Sri Lanka verður býtt sundur í tvey ríki.
 Tann buddhistiska presta­stættin hevur ikki álit á einum semingsmanni, sum bara hjálpir øðrum partinum, og tí vilja vit hava norðmenninar av landinum, segði talsmaðurin hjá munk­un­um.
Noreg hevur vegna ST havt ábyrgdina av friðar­royndunum í Sri Lanka síðani í 2000, og sambært Aftenposten er hetta ikki fyrstu ferð, at teir norsku semingsmenninir eru lagdir undir at styðja tamilarnar.