Illir fílar

Tveir bretskir ferðamenn, sum vóru farnir eina ferð í einari djóralund í Zimbabwe leygardagin, doyðu, tá ein fílur brádliga legði á teir. Ein triði ferðamaður skal við lívinum. Myndugleikarnir í Zimbabwe siga, teir tríggir ferðamenninir hava ikki verið nóg ansnir, men teir siga eisini, at eitt fílaálop kann koma ógvuliga brádliga. Tað hendir meiri enn so, at fílar gera seg inn á ferðafólk í djóralundunum í Zimbabwe, og tað eru bara krokodillurnar, sum eru vandameiri fyri fólk enn fílarnir. Í 2005 kravdu fílaálop 12 mannalív í Zimbabwe.