Nógvir enskir landsliðsfjepparar kendu seg eyðmýktar, tá lið teirra tapti 1-2 ímóti Íslandi í EM-áttandapartsfinaluni. Nógv av teimum hildu, at tey máttu geva til kennar yvirfyri enska landsliðsmálverjanum, Joe Hart hvussu misnøgd tey vóru við hansara avrik á vøllinum.
So fóru tey í hópatali til knappaborðið at senda Joe Hart eini Twitter-boð, har tey luftaðu sína vreiði. Trupuleikin var bara, at tað var ein annar Joe Hart, sum fekk boðini.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr eitt innslag frá BBC, har hin Joe Hart (also ikki málverjin) greiðir frá øllum Twitter-boðunum, sum fossaðu inn á I phone´ina hjá honum, aftaná Ongland hevði tapt 1-2 ímóti Íslandi. Og sigast má, at hesin Joe Hart dugir væl at taka tað, at fólk hava dummað seg yvirfyri honum, og stóru fjøldini, sum er á Twitter.
Í øðrum londum er Twitter størri enn Facebook, meðan í Føroyum er Facebook klárt størri, enn.