Illinois slept deyðarevsingini

Sum tann 16. staturin í USA hevur Illinois nú gjørt av at seta deyðarevsingina úr gildi. Avgerðin ber í sær, at 15 fangar, sum hava fingið deyðadóm, fáa aðra revsing. Guvernørurin í Illinois, Pat Quinn, sigur, at allir limirnir í tí lokala tinginum atkvøddu fyri at seta deyðarevsingina úr gildi. Sjálvur staðfesti hann samtyktina í gjár, og harvið er hon lóg.

Pat Quinn var í mong ár ímóti at seta deyðarevsingina úr gildi, men hevur seinni broytt hugsan. Eingin fangi er avrættaður í Illinois síðani 2000, tí í nítiárunum vístu DNA-royndir, at fleiri fólk høvdu fingið deyðadóm, hóast tey vóru ósek.

34 amerikanskir statir hava framvegis deyðarevsing, men eygleiðarar vænta, at avgerðin í Illinois fer at fáa aðrar statir at ógilda tann umstrídda revsiháttin. Statirnir Connecticut, Florida, Kansas, Maryland, Montana og Washington umhugsa longu at strika deyðarevsingina, skrivar Reuters.