Illgrunin um rán er styrktur

- Tað er orsøk at halda, at illgrunin um, at Anne-Elisabeth Hagen er rænd, er styrktur, sigur norski løgregluovastin, Tommy Brøske.

Nú eru skjótt 100 dagar, síðan 68 ára gamla ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, bleiv burtur á bústaði sínum í Lørenskog í Noregi, og í dag heldur norska løgreglan, at illgrunin um, at kvinnan er rænd og burturflutt, er styrktur.

 

- Tað er orsøk at halda, at illgrunin er styrktur, sigur løgregluovastin, Tommy Brøske, við Aftenposten í dag.

 

Men, hví er ástøðið um fólkarán styrkt?

 

- Eg kann ikki gera aðrar viðmerkingar. Men, vit halda, at illgrunin er styrktur nakað, sigur løgregluovastin.

 

Fyrrapartin hósdagin var løgreglan aftur á staðnum uttan fyri húsini í Lørenskog, har tey gjørdu nýggjar kanningar, og Atftenposten var á staðnum hesa løtu. Ein svartur vørubilur varð settur fyri innkoyringina, meðan kanningarnar vórðu gjørdar.

 

Løgreglan sigur, at nýggju kanningarnar hava verið ætlaðar í fleiri vikur, men eru ikki gjørdar fyrr enn nú. Ítøkiliga gjørdi løgreglan henda dagin 3D-skanningar av ognini, soleiðis at ognin betur kann síggjast digitalt.

 

Í síðstu viku vórðu kanningar eisini gjørdar í Langvannet, sum liggur upp at ognini hjá hjúnunum, miljarderinum, Tom Hagen og konu hansara, Anne-Elisabeth Hagen, sum ikki hevur givið lívstekin frá sær, síðan hon bleiv burtur.

 

Í vatninum fann løgreglan ”gjenstander”, sum verða kannaðir nærri, men løgreglan hevur einki viljað sagt um, hvat tað er, sum tey hava funnið. Løgregluovastin, Tommy Brøske, sigur, at kanningararbeiðið er í eini tíð, har løgreglan ikki kann upplýsa nakað serligt.

 

Hevur nakað samband verið við ”mótpartin” eftir 16. januar?

 

- Seinasta samband, sum er váttað, er hin 16. januar, og eg kann einki meira siga um tað, sigur løgregluovastin við Atftenposten í dag.

 

Tað eru nú fleiri enn 90 dagar, síðan seinasta lívstekini frá Anne-Elisabeth Hagen. Hvussu metir løgreglan møguleikarnar fyri, at hon framvegis er á lívi?

 

- Vit ásanna, at vit einki lívstekin hava at halda okkum til síðan hin 31. oktober í fjør, sigur Tommy Brøske, løgregluovasti.

 

Herfyri upplýsti Hagen-familjan um sín advokat, Svein Holden, at tey mikudagin hin 16. januar høvdu fingið boð frá teimum, sum siga seg hava Anne-Elisabeth Hagen. Boðini komu um sama digitala samskiftispall, sum hugsandi ránararnir áður hava brúkt.

 

Men, bæði familjan og løgreglan hava eggjað teimum, sum siga seg hava ríkmanskonuna, um at søkja samband um annan og nýggjan samskiftispall. Ástøðið hjá norsku løgregluni er, at Anne-Elisabeth Hagen er rænd og burturflutt úr heimi sínum í Fjellhamar mikudagin hin 31. oktober í fjør.

 

Í morgun upplýsti løgreglan, at tey hava fingið heili 1407 fráboðanir frá fólki um ymiskt, tey halda kann hava samband við norsku ríkmanskonuna og soleiðis, sum vit søgdu í byrjanini av hesi grein, heldur løgreglan nú, at illgrunin um, at kvinnan er burturflutt, er styrktur.