Illgrunin hongur eftir

Illgrunin um politiskt mutur hongur framvegis í luftini, og tí fær málið um Jógvani S eitt politiskt eftirspæl, uttan mun til hvørja lagnu fiskiloyvið hjá línuskipinum fær. Bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin bíða handan leiktjøldini eftir avgerðini

Uttan mun til, hvør avgerðin hjá Jacob Vestergaard landsstýrismanni verður, so fær málið um fiskiloyvið hjá línuskipinum Jógvani S eitt politiskt eftirspæl í løgtinginum.
Tað slær Henrik Old, vinnupolitiskur orðførari hjá Javnaðarflokkinum, fæst við sjeytummaseymi. Óansæð um landsstýrismaðurin tekur loyvi aftur ella ei, so hongur tann illgrunin eftir luftini, at talan var um ein politiskan rossahandil, tá Jógvan S fekk fiskiloyvi, heldur Henrik Old.
? Her er okkurt álvarsliga galið við hesum málinum. Tey flestu bíða í hálv og heil ár, áðrenn tey fáa útskrivað fiskiloyvi. Tí er tað løgið, at ein fólkafloksmaður kann fáa fiskiloyvi útskrivað eftir eitt vikuskiftið dagin fyri eitt løgtingsval ? enntá á ólógligum grundarlagi. Tað eiga vit ikki at góðtaka uttan víðari, sigur Henrik Old.
Henrik Old hevur ikki tikið støðu til, hvussu málið kann reisast aftur. Ein fyrispurningur er ein møguleika, tí so fær løgtingið høvið at siga sína hugsan. Ein annar møguleiki er, at málið verður reist sum eitt kanningarstjóramál, har avhoyringarnar kunnu gerast undir vitnisábyrgd.
? Landsstýrismaðurin hevur sagt, at hetta málið hevur ongantíð verið á hansara borði. Tað ljóðar ótrúligt, at umsitingin hevur viðgjørt hetta málið heilt uttan at spyrja politiska myndugleikan eftir, tí tað líkist neyvt málinum um Frøyanes, sum elvdi til stórt rumbul, sigur Henrik Old.
Hann vísir á, at tekur landsstýrismaðurin loyvið aftur, so verður helst talan um eitt endurgjaldskrav til landskassan, og skal skattgjaldarin rinda, so skal tingið viðgera málið. Spurningurin er so, um nakar kann ábyrgdast tap landskassans.
Eisini Afred Olsen, framsøgumaður í vinnumálum hjá Sambandsflokkinum, er til reiðar at taka málið uppaftur í tinginum,óansæð, um fiskimálaráðharrin tekur loyvið aftur ella ikki.
? Ger landsstýrismaðurin, sum landsstýrismálanevndin hevur sagt, so tekur hann fiskiloyvi aftur. Um so er, sleppur hann undan misáliti í tinginum, men so stevnir reiðaríið eftir tí fíggjarliga missi, sum teir hava havt. Talan verður sostatt um eitt krav ímóti landsstýrinum. Spurningurin so, um nakar kann ábyrgdast. Vit hava fingið landsstýrsimannaábyrgd, og tað kann merkja, at landsstýrismaðurin, sum gav loyvi, verður drigin til svars. Staðfestir Jacob Vestergaard hinvegin loyvið, so má tingið taka støðu til, um eitt misálit skal reisast ímóti honum., sigur Alfred Olsen.